Sølufólk til Skemmuna

Vit søkja eftir starvsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í vaktum, og talan er um 37-40 tímar um vikuna.

Dámar tær:

  • At hava úr at gera?
  • At arbeiða við nógvum ymiskum uppgávum?
  • At veita kundanum góða tænastu?

So er hetta kanska nakað fyri teg.

Vit vænta av tær:

  • At tú ert fyrikomandi
  • Álítandi
  • Jalig/ur
  • Ágrýtin

Vit kunna bjóða:
Eitt virki arbeiðspláss við fjølbroyttum arbeiðsdøgum. Góðar umstøður og góðar starvsfelagar.

Løn
Starvið er lønt sambært S&K

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, so ynskja vit at hoyra frá tær. Meira fæst at vita um starvið vit at tosa við leiðaran, Dan Hansen, tel 898501. Umsókn kann sendast á teldupost: dan.hansen@skemman.fo

Um Skemmuna
Skemman varð stovnað í 1986 og er ein franchise handil av Jysk í Danmark. Serøkini í handlinum eru hesi: dýnur, handklæðir, madrassur og møblar. Í handlinum arbeiða 16 fólk fulla tíð.