2 námsfrøðingar til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv til dagstovnin í Tvøroyrar Kommunu:

1 námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 1. Januar 2019, og til 31. juni 2019.

1 námsfrøðing 30 tímar um vikuna, frá 1. februar 2019, og til 31. juli 2019.

Í løtuni ganga 95 børn á stovninum. Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøll og fótbóltsvøllin við Stórá, náttúran er nærmasti granni.

Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Eitt foreldraráð er skipað á dagstovninum.

Vit vænta av tær, at tú:

  • fylgir námsætlan, virðisgrundarlagnum og mannagongdum, sum eru partar av stovninum.
  • leggur dent á  virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.

Løn:

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingur ikki søkir størvini, verður hjálparfólk sett. Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.

Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnin Mýrifípan

Att: Kari Petersen

Smærugøta 8

826 Trongisvágur

ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu tær vera okkum í hendi, seinast 17. desember 2018 kl. 12.00.