Starvsfólk at vera stuðul hjá borgara við fjølbreki

Vit sóknast eftir námsfrøði- ella læraralesandi til at vera stuðul hjá borgara við fjølbreki.

Uppgávan er at vera um borgaran tveir tímar um dagin. Arbeitt verður fýra dagar um vikuna ta einu vikuna, og tveir dagar ta næstu vikuna. Arbeiðsstíðin er frá kl. 16-18. Arbeiðsstaðurin er í høvuðsheitum á Verkstaðnum Virkni, men fevnir eisini um koyring til umlætting í Runavíkar annan hvønn mikudag.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki sum er námsfrøði- ella læraralesandi. Neyðugt er at hava koyrikort til bil og kt-førleikar á brúkarastøði.

Vit vænta
At tú hevur lætt við at tosa við fólk, er sjálvstøðug/ur og hevur dirvi at taka ábyrgd. Eisini verður væntað, at tú er fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, umframt at tú hevur evnir at skapa góðan trivnað, hevur góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Vit vænta eldhugað starvsfólk.

Um eind 7
Eind 7 umfatar stuðulstænastur, Virknis- og umlættingardepil á Sandi, Sambýlið Eirargarður í Tórshavn, náttarvaktartoymir og stuðulstoymir í heimunum hjá borgarum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 7. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn Eind 7”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 13. desember 2018. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara, á tlf. 297422, ella Heidi Henriksen, leiðara, tlf. 297440.