Tíðaravmarkað starv sum dagrøktari til Dagrøktina í Rúnavíkar Kommunu

Lýst verður eftir dagrøktara at arbeiða frá 1. januar 2019 til 31. desember 2019.

Í dagrøktini eru børn í aldrinum 0 – 3 ár

Vit bjóða dagrøktara:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðsluni
  • Skipað tilknýti til spælistovuna

Vit vænta, at dagrøktarar:

  • kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • hava góðar umstøður til børnini, bæði inni og úti

Setanarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 44 85 94 ella 22 85 94.

Skrivlig umsókn skal verða Dagrøktini í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. desember 2018.