Útbjóðing av reingerð og høvuðsreingerð á 1. hædd á Heilsumiðstøðini í Runavík

Tilboð ynskist uppá reingerð og høvuðsreingerð frá 1. januar 2019.

Á 1. hædd eru 3 læknaviðtalur við tilhoyrandi viðtalu- og viðgerðarrúmum, umframt ymiskum felagshølum.  Íalt er talan um 28 rúm á íalt 402 fermetrar.

Nærri ásetingar um, hvat reingerðin fevnir um og treytir annars, fáast við at venda sær til Trivnaðardeildina á tlf. 417000 ella á telduposti runavik(at)runavik.fo

 

Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum tilboði.

 

Tilboð skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 10. desembur 2018 kl. 12.

 

Runavíkar kommuna 

Heiðavegur 26

Postsmoga 139

600 Saltangará