Leiðari til Bú- og viðgerðarstovnin í Viðargøtu á Argjum

Almannaverkið søkir eftir einum leiðara afturat til Eind 3 í Trivnaðardeplinum til setan 01.03.2019 ella skjótast gjørligt. Leiðarin kemur fyrst og fremst at hava ábyrgd av bú- og viðgerðarstovninum í Viðargøtu.

Almannaverkið styrkir um leiðsluna í Eind 3 í Trivnaðardeplinum og søkir tí eftir einum leiðara afturat. Leiðslan í Eind 3 telir nú eindarleiðaran og tveir leiðarar. Leitað verður eftir einum sterkum leiðslufakligum leiðara, sum í høvuðsheitum skal taka sær av stovninum í Viðargøtu, men sum eisini fær ábyrgd av øðrum økjum í eindini.

Arbeiðsuppgávur
Leiðarin hevur, í samráð við eindarleiðaran, ábyrgdina av bú- og viðgerðarstovninum í Viðargøtu. Leiðarin hevur fakliga, fíggjarliga, fyrisitingarliga og starvsfólkaliga ábyrgd fyri starvsfólkunum í Viðargøtu.

Tørvur er á einum leiðara, sum brennir fyri økinum, sum dugir at taka avgerðir og at ganga fremst. Leiðarin skal leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning, har borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss við nærverandi leiðslu.

Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum skipa fyri, at tilfeingið verður gagnnýtt skynsamt og leggja dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og myndugleikar. Eindin skal støðugt laga seg til tørvin hjá borgarunum og til  broytingar í treytunum hjá Almannaverkinum.

Førleikar
Tann sum verður settur skal hava viðkomandi útbúgving og eftirútbúgving. Leiðsluútbúgving ella royndir við starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur kunnleika til og royndir við borgarum, sum hava autismu.

Væntað verður
Væntað verður at tú hevur evni at leiða og megnar  at standa á odda fyri námsfrøðiligu menningini í eindini. Harumframt verður væntað, at tú hevur fíggjarligar førleikar, hevur kunnleika til og kennir týdningin av at veita eina góða tænastu til borgaran, dugir at orða teg í skrift og talu og hevur vilja og evni at samskifta og samstarva við avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 3 í Trivnaðardeplinum. Dagligi arbeiðsstaðurin er í Tórshavn. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið, og verður starvið lønt í 33. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumannafelag landsins. Er viðkomandi  tænastumaður innan økið, er tó  møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn leiðari eind 3”.

Freist
Umsóknir skulu vera  Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22.01.2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, á telefon 297415.