Okkum tørvar ein dugnaligan netumsitara

Vilt tú vera við til at mynda KT-kervið í Tórshavnar kommunu og vera við til at leggja støði fyri, hvussu vit í framtíðini arbeiða við net og trygd? Sært tú tað sum eina spennandi uppgávu at arbeiða við ymiskum og til tíðir sera kompliseraðum verkætlanum innan KT og net? So hevur tú møguleikan at søkja nýtt spennandi starv og harvið gerast partur av KT-toyminum hjá Tórshavnar kommunu.

Títt nýggja starv er staðsett í okkara nýggju skrivstovuhølum í Steinatúni – mitt í hjartanum á býnum. Tú verður ein partur av KT-deildini saman við 11 dugnaligum starvsfeløgum, og kemur at hava ábyrgd av netarkitekturinum, -trygdini og -rakstrinum.

Tú kemur at arbeiða við sniðgeving av størri netloysnum, tekniskum installatiónum, konfiguratiónum, eftirliti og vegleiðing av netútgerð. Tú kemur at luttaka í verkætlanum og uppgávum bæði í toymum innanhýsis og uttanhýsis saman við viðkomandi samstarvsfeløgum.

Umframt at umsita netið hjá Tórshavnar kommunu, skal netumsitarin eisini vegleiða øðrum stovnum undir kommununi. Tú verður partur av einum toymi, sum røkir teldur, servarar og net.

UM OKKUM
Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í Føroyum við uml. 2000 lønmóttakarum, sum hava til endamáls at tæna borgarum og vinnuni í kommununi. Á Føroya størsta arbeiðsplássi eru uppgávurnar víðfevndar, og tú fært møguleika at royna teg í størri mun enn nakra aðra staðni í Føroyum.

UM STARVIÐ
Sum netumsitari fært tú nógvar spennandi uppgávur. Tú skalt millum annað:

  • loysa uppgávur innan routing, switching, LAN, WLAN og trygd
  • vera við til at rudda upp, optimera og menna netverk fyri uml. 180 eindir, ið eru knýttar at Tórshavnar kommunu
  • luttaka í optimering og sniðgeving av core MPLS og WLAN
  • lýsa og sniðgeva fyribyrgjandi eftirlit av neteindunum hjá Tórshavnar kommunu
  • luttaka í implementering av trygdarloysnum í samstarvi við KT-deildina og trygdarvirkseminum.
  • firewall setup
  • luttaka í stýring av leveransum við kravspecifikatiónum og uppfylging av avtalum
  • daglig uppfylging av netverksincidents í KT-skivuni (Manage Engine).

TÍNIR FØRLEIKAR
Tín KT-amboðskassi er dagførdur. Tú er eldhugað/ur netumsitari ella netserfrøðingur við royndum frá líknandi leiklutum, har tú hevur arbeitt við neti, mannagongdum og skipanum í einum enterprise umhvørvi. Tú hevur holla vitan og royndir við LAN/WAN/WLAN, nettrygd og firewall, MPLS, umframt kunnleika til SCCM, Powershell, VMWare/Hyper-V, Sharepoint, SQL, AD.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur góðkenning innan arbeiði við net og sum minimum CCNP. Somuleiðis ynskja vit, at tú hevur kunnleika til Sophos/Cisco nettøkni og til prinsippini hjá ITIL.

UM TEG
Tú ert ein fyrimyndarligur samstarvsfelagi og megnar at navigera í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi.

Tú tekur ábyrgd, hevur eyga fyri loysnum, tær dámar at arbeiða við verkætlanum og trívist við at røkja dagligu driftina.

Tú ert ein strukturerað/ur og fleksibul starvsfelagi við kønum eyga fyri smálutum, og tú dugir at raðfesta uppgávur í mun til avtalað mál. Tú megnar at arbeiða við fleiri áhugapørtum og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

Tú hevur fingurin á pulsinum og veitst, hvat rørir seg innan títt øki. Tað fellur tær lætt og natúrligt at miðla tína vitan til tínar starvsfelagar, soleiðis at tit saman standa sterkari.

UMSÓKN
Ert tú tann vit leita eftir, so send okkum eina umsókn saman við lívrensli til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 22. Januar kl. 8.00. Viðmerk umsóknina ‘netumsitari’.