Savnshjálpari á Tjóðskjalasavninum – farloyvisstarv

Í sambandi við at starvsfólk er fari í barnsburðarfarloyvi, søkir Tjóðskjalasavnið eftir savnshjálpara í tíðarskeiðnum 1. februar – 1. november 2019.

Starvið
Talan er um parttíðarstarv, umleið 30 tímar um vikuna (brøkur 0,79). Arbeiðið fevnir serliga um viðskifti umvegis heimasíðu og lesistovu, at svara fyrispurningum, at hava lesistovuvakt, at leggja tilfar út á netið og annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi royndir ella samsvarandi, hevur møguliga útbúgving, ið kann brúkast á økinum, dugir væl føroyskt, kann samskifta á norðurlendskum máli og í ávísan mun á enskum, umframt at kunna arbeiða í tøttum samstarvi við onnur. Tað er ein fyrimunur at duga at lesa gamla (gotiska) skrift og at duga at gera skjalarannsóknir. Neyðugt er at hava koyrikort. Neyðugt er eisini at duga at arbeiða sjálvstøðugt, vera skjótfør/ur, hava góðan tænastuhugburð og hollan telduførleika. Dentur verður eisini lagdur á, at starvsfólk á Tjóðskjalasavninum eru sinnað at luttaka í menningarátøkum, og at tey hava góð samstarvsevni.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Fleiri upplýsingar
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sámal Tróndur F. Johansen, stjóra á Tjóðskjalasavninum, tlf. 790 530.

Umsóknir
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og upplýsingum um starvsroyndir sendast til:

Tjóðskjalasavnið
V.U. Hammershaimbsgøta 18
FO-100 Tórshavn, ella til skjalasavn@skjalasavn.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 22. januar 2019, kl. 14.00.


Tjóðskjalasavnið savnar, varðveitir, skipar, lýsir og røkjur (fyrisitingarlig) skjøl, av rættarligum og søguligum týdningi. Harafturat hevur Tjóðskjalasavnið eftirlit við og vegleiðir myndugleikum í spurningum um, hvussu tey skipa sína skráseting og avhenda savnindi síni. Á Tjóðskjalasavninum starvast í løtuni 10 fólk, harav 3 eru verkætlanarsett.