Kokkur ella køkshjálp til Teistan

Strandfaraskip Landsins søkir køkshjálp ella kokk at seta í fast starv skjótast til ber. Viðkomandi skal starvast umborð á Teistanum, men kann verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á, har arbeiðstíðin er 7 dagar umborð og 7 dagar í landi. Hjá Teistanum er farleiðin Gamlarætt-Hest-Skopun.

Starvið sum kokkur ella køkshjálp
Starvið fevnir um matgerð til manning og vanligt kioskarbeiði við sølu av pylsum. Harumframt fevnir starvið um alla reingerð og aðrar mannagongdir í samband við nevndu arbeiðsuppgávur.

Vit vænta, at
• tú ert álítandi og hevur góðan røkjuskap 

• tú ert fyrikomandi og arbeiðsom/samur 

• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

• dugir væl at samskifta og samstarva – bæði við manning og kundar

• tú hevur royndir innan matgerð og reinføri

Førleikakrøv

  • Heilsuváttan (Bláu bók)
  • Førleikaprógv við ferðamannaskipum (Crowd and Crisis Management STCW A-V/2-1, 2-3)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk (Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, 1-3, 1-4 og A-VI/6-1)
  • Reinførisprógv at handfara matvørur (Reinførisprógv FMA 383-15/04/2013 og MLC 2006 reg. 3.2)
  • Skal kunna samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.

Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av møguligum ummælum skulu sendast til :

Strandfaraskip Landsins
Sjógøta 5
Post boks 30
Fo-810 Tvøroyri

ella við at senda ein teldupost til eyj@ssl.fo og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. januar kl.12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Kristian Oskar, manningarsamskipara, á tlf. 293075 ella við at senda honum ein teldupost til krh@ssl.fo

Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 26 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 19 Bygdaleiðir. Til at røkta hesar leiðir hevur SSL 7 ferjur og 40 bussar. Samlaða ferðafólkatalið fyri 2018 var umleið 1,2 mio. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 160 starvsfólk, svarandi til um 120 ársverk.