Samskipari til SMS

Dámar tær at arbeiða kreativt?  Dugir tú at samskifta, samskipa og fáa tingini at ganga upp í hægri eind? So er hetta rætta starvið fyri teg.

Sum samskipari fert tú millum annað at arbeiða við hugskotsmenning, at samskipa tiltøk á Torginum, at samskipa lýsingar hjá SMS og fleiri øðrum spennandi uppgávum. Sum samskipari ert tú eisini redaktørur á SMS-blaðnum.

Tú verður partur av einum kreativum toymi og  einum spennandi umhvørvi í stórari handilsfyritøku, ið fevnir um matvøruhandlar, sølumiðstøðir og mangt annað

Starvið krevur góð samstarvsevnir og evnir til at arbeiða sjálvstøðugt. 

Vit vænta, at tú:
– hevur hóskandi útbúgving og royndir
– hevur eina kreativa arbeiðstilgongd
– dugir væl at samskifta
– kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.

Starvið er sett at byrja frá 1. februar, ella tá tú ert til taks.

Løn eftir avtalu.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar í 2019.

Send umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin W. Dalsgaard, tel. 596061 ella t-postur, rwd@sms.fo.  

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon og handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. SMS gevur SMS-blaðið út fýra ferðir, og tað kemur í hvørt hús í Føroyum. Í SMS P/F starvast umleið 500 fólk.