Leiðari til Kafé Umami

Ert tú okkara nýggi leiðari? Er eitt spennandi umhvørvi við nógvum virksemi nakað fyri teg.

So ert tú møguliga tann vit sóknast.

Kafé Umami liggur í sera hugnaliga og væl vitjaða umhvørvinum Undir Bryggjubakka í Havn og tú fært møguleika at verða við í okkara framhaldandi menning, saman við einum dugnaligum starvsfólkahópi.

Sum leiðari skalt tú verða álítandi, ábyrgdarfull/ur og ein fyrimynd. Líknandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.

Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda umsókn á teldupostadressuna umami@mail.fo

Løn verður sambært avtalu.

Freistin at søkja starvið er 3/4-19