Adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt vísindastarv sum adjunktur leyst at søkja. 

Um starvið
Starvið er liður í menningini av gransking og undirvísing á Søgu- og samfelagsdeildini. Vit sóknast eftir einum vísindafólki, sum kann styrkja tvørfakliga umhvørvið á deildini. 

Tann ið sett/ur verður kemur í høvuðsheitum at luttaka í menning og altjóðagerð av masterútbúgvingum á deildini og á Setrinum sum heild.

Um teg
Fyri at verða sett/ur í starv, sum adjunktur, krevst ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki. Førleikar  innan stjórnmálafrøði og millum og altjóða viðurskifti eru serliga viðkomandi.

Góður málkunnleiki krevst í skandinaviskum máli og enskum, umframt at tað er ein fyrimunur at duga føroyskt og hava innlit í samfelagsviðurskifti í Føroyum og Útnorðri. 

Dentur verður lagdur á, at tú hevur góðar førleikar at undirvísa og miðla, góð samstarvsevni og ert virkisfús/ur.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Vit tilskila okkum rætt til at seta umsøkjara við tí granskingar- og undirvísingarprofili, sum samsvarar best við ætlanirnar hjá deildini.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt ein lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum viðvíkjandi undirvísing og gransking. Vísindaligar útgávur/greinar, í mesta lagi fimm, skulu leggjast við umsóknini. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Onnur viðurskifti
Umsóknin og tilfar, sum verður skrivað í sambandi við umsóknina, skal skrivast á enskum. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt til umsokn@setur.fo

Umsóknarfreistin er 15. apríl 2019. Miðað verður eftir at seta starvið 1. september 2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, dekan, tlf. 292583; HansAS@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.