BAKKAFROST søkir Starvsfólk til aling í Suðuroy

Vegna økt virksemi søkja vit eftir alarum til aling á sjónum í Suðuroy.

Arbeiðsøki
Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at passa fóðring
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum alari vísir tú til formannin á alibrúkinum.

Tín vangamynd
Sum persónur er tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Vit bjóða
Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Oddvald S. Olsen, alileiðara, á tel. 23 51 49 ella við t-brævi til odos@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta HER

Umsóknarfreistin er 8. apríl 2019.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com