Granskari til Havstovuna

Søkt verður eftir granskara til Botnfiskadeildina á Havstovuni.

Arbeiðið sum granskari er fjølbroytt og fer fram á Havstovuni, við rannsóknarskipi/øðrum skipum og uttanlands.

Arbeiðsøkið hjá granskaranum er m.a.:

  • Fara við Magnusi Heinasyni og øðrum skipum í sambandi við kanningar.
  • Kanna útbreiðslu, lívfrøði og vistfrøði  hjá botnfiski í føroyskum havøki og har føroyska fiskivinnan hevur áhuga.
  • Gera stovnsmetingar av botnfiskasløgum.
  • Vera við í føroyskum og altjóða vísindaligum verkætlanum.
  • Ráðgeva og samstarva við vinnuna og myndugleikarnar.

Umsøkjarar skulu hava lívfrøðiliga útbúgving frá hægri læristovni. Góð evnir at samstarva er ein fortreyt.

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

hav@hav.fo

ella

Havstovan
Nóatún 1, P.O. Box 3051
FO-110 Tórshavn

og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2019.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara, teldupost peturs@hav.fo ella Eilif Gaard, stjóra, teldupost eilifg@hav.fo, á tlf. 353900. Heimasíða: www.hav.fo