Sjúkrarøktarfrøðingar til Medisinskadepilin, B6

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til B6. 

  • 1 fast starv á brøki 0,7 í skiftandi vaktum at seta frá 01.05.19.
  • 1 barnsburðarfarloyvisstarv á brøki 0,7 í skiftandi vaktum at seta frá 01.07.19 til 31.08.20.

B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum . Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar: 
Onko-, gastroentero-  endokrino-, hemato-, reumato-, nephrologi, infektiónsmedisin og palliatión.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

 Krøv til umsøkjaran:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga ein væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

 Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sonju Nielsen, deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lssonni@ls.fo

Umsóknarfreistin er 10. apr. 2019  

Vinarliga søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.