Skrivstovufólk til Uttanlandstænastuna

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum søkir eftir skrivstovufólki. Talan er um eitt fast starv 0,5 at arbeiða kl. 8.00 -12.00 til setan skjótast til ber. Møguleiki er at broyta arbeiðstíðina, um neyðugt. 

Endamálið hjá Uttanlandstænastuni er at miðsavna dagligu uppgávurnar í samband við, at sjúklingar fara uttanlands til viðgerðar. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd. Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum vit vilja loysa saman við dugnaligum starvsfeløgum og fleiri ymiskum samstarvsfólkum her á landi og uttanlands.  

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum 

  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Gera avtalur um fráferðir í Kapellinum
  • Avgreiða ferðaendurgjald
  • Ymiskar bókhaldsuppgávur
  • Umsita kautiónir
  • Avgreiða ferðaskjøl og innkallingar
  • Samstarv við deildir á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og – samskiparar uttanlands, sjúklingahotell og onnur sjúkrahús uttanlands
  • Vegleiðing og ráðgeving um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi sambært galdandi kunngerð
  • Verða partur av einum toymi, sum arbeiðir við at menna  sjúklingagongdir 

Vit bjóða 

  • Eitt spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt dynamiskt, fjøllbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu

Førleikakrøv 

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi so sum heilsuskrivari
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis
  • Arbeiða sjálvstøðugt og skjótt, tá uppgávan krevur tað
  • Góð evni at samskifta
  • Opin og tænastusinnað/ur og góð samstarvsevni
  • Telduførleika á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hergerð Heldarskarð, leiðara á Uttanlandstænastuni, tlf 234554 ella teldupost hergerd@ls.fo 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29.mars, og biðið verður um at hava upprunaprógv og viðmæli við til møguliga samrøðu. 

Søk starvið her

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum “Leys størv.”