Spennandi lærupláss á Tvøroyri

Hevur søla, tøkni og kundatænasta tín áhuga? So hevur tú nú møguleika at gerast partur av einum læruríkum og spennandi sølutoymi. Vit leita eftir einum handilslærlingi til Telebúð okkara á Tvøroyri at byrja skjótast tilber. 

Sum handilslærlingur fært tú eina avbjóðandi og spennandi lærutíð í einum umhvørvi, har rúm er fyri fakligari og persónligari menning. Arbeiðið fevnir í stóran mun um kundaráðgeving og sølu av vørum og tænastum, umframt at skráseta tænastur, uppseta tøkni fyri kundar og annað handilsarbeiði.

Lærutíðin er myndað av arbeiði í Telebúðini á Tvøroyri og trimum stuttum skúlaskeiðum. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

Lærutíðin er:
2 ár við HH-prógvi
2 ½ ár students-, HF- HIF- ella HTX-prógvi
3 ár við FHS-prógvi

Vit vænta, at tú:
Hevur áhuga fyri sølu og góðari kundatænastu
Hevur áhuga fyri at seta teg inn í nýggja tøkni
Dugir væl at samstarva og røkka ásettum málum
Hevur ella ert í gongd við FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv

Um tú eftir ætlan verður liðug/ur við FHS-, HH- HIF, HF- ella studentarútbúgving í summar 2019, ert tú somuleiðis vælkomin at søkja.

Tú kanst søkja læruplássið her í seinasta lagi hósdagin 4. apríl 2019.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Janus Poulsen, leiðari fyri Telebúðina á Tvøroyri á tel. 243401 ella jpo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til Starvsfólkadeildina á tel. 243006.