Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Á Søgu- og samfelagsdeildini er eitt vísindastarv sum adjunktur ella sum námslektari í búskaparfrøði leyst at søkja. 
 

Starvsøki
Starvið sum adjunktur fevnir um gransking og undirvísing í búskaparfrøði við serligum denti á makrobúskap og búskaparvøkstur. Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í búskaparfrøði við serligum denti á makrobúskap og búskaparvøkstur. 

Førleikar
Hóskandi útbúgving á kandidatstøði er ein fyritreyt og umsøkjarar skulu hava góðan vísindaligan og fakligan førleika á sínum øki.

Kunnleiki um viðurskiftini í føroyska búskapinum er ein fyritreyt, og royndir við undirvísing á universitetsstigi er ein fyrimunur. Góður málkunnleiki krevst í enskum máli.

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, vísindalig avrik og arbeiðsroyndir.  

Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við ummæli og eftirmetingum, um tær eru til taks.

Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísindaligar greinir. Vegna atlit til metingarnevndina skal umsóknin skrivast á enskum.

Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkjaranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum førleikum.

Freist
Umsóknarfreist er 15. apríl 2019. Miðað verður eftir at seta starvið skjótast gjørligt.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.
 
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hermann Oskarsson, virkandi útbúgvingarleiðara, HermannO@setur.fo ella til Hans Andrias Sølvará, dekan, HansAS@setur.fo.

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er í støðugum vøkstri, og alsamt fleiri velja at nema sær útbúgving á Setrinum. Fleiri enn 1000 lesandi og 140 starvsfólk hava sína dagligu gongd her og gera Setrið til eitt sera spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, sum er ein týðandi partur av menningini av føroyska samfelagnum.