Byggileiðarar til ArtiCon


Vit sóknast eftir byggileiðarum at byrja skjótast til ber.

Vit hava fleiri spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Tú kann vænta bæði spennandi og avbjóðandi uppgávur í eini føroyskari byggifyritøku, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.

Arbeiðsøki
Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu, herundir:

  • Samskipan og leiðsla av arbeiðinum
  • Samskifti við veitarar og ráðgevar
  • Góðskutrygging av arbeiðinum
  • Ger av arbeiðsvegleiðingum

Tín vangamynd

Persónligir førleikar

  • Góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst
  • Nærløgd/nærlagdur
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Fakligir førleikar

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði og/ella byggitøkni. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.
  • Góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er einfyrimunur.
  • Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Tú kemur at arbeiða í einum toymi av verkætlanarleiðarum, teknikarum og formonnum.
  • Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjølbroytni bæði í aldri, kyni og mentan

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra á tlf. 350700 ella 210683.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mai 2019 og skulu sendast til starv@articon.fo.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.