10 kommunulæknastørv leys at søkja í 5 læknadømum

Heilsutrygd
Útgivið
28. juni 2018
Staður
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Heilsutrygd lýsir hervið við 10 kommunulæknastørvum í 5 læknadømum. Størvini verða sett frá 1. august 2018 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Leysu størvini

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru fýra kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 21.000 borgarar eru í læknadøminum. Tvey leys størv eru í Miðlon, eitt  á Frúutrøð og eitt starv í Berjabrekku.

  • Tvey størv eru leys at søkja í Miðlon, har tveir læknar starvast í løtuni. Harafturat eru 6 viðtalustarvsfólk, sum arbeiða í húsinum. Tilsamans eru uml. 5.650 borgarar knýttir at viðtalunum, og eru ávikavist 1.220 og 1.100 borgarar knýttir at teimum leysu kommunulæknastørvunum. Væntað verður, at settu læknarnir eru sinnaðir at samstarva við læknarnar og viðtalustarvsfólkini, ið arbeiða í Miðlon.
  • Eitt starv er á Frúutrøð og eru umleið 1.900 borgarar knýttir at hesi viðtaluni. Í viðtaluni starvast í løtuni tveir sjúkrarøktarfrøðingar.
  • Eitt starv er í Berjabrekku N. og eru umleið 1.900 borgarar knýttir at hesi viðtaluni. Í viðtaluni starvast í løtuni ein sjúkrarøktarfrøðingur.

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 borgarar eru í læknadøminum og eru tveir læknar í starvi í løtuni, ein á Tvøroyri og ein í Vági.

  • Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Royndur læknaskrivari arbeiðir í viðtaluni.
  • Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Royndur læknaskrivari og sjúkrarøktarfrøðingur arbeiða í viðtaluni.

Í Sandoyar læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 1.240 borgarar eru í læknadøminum, sum fevnir um tvær viðtalur, og fer annar av fastsettu læknunum frá fyri aldur í næstum.

  • Eitt starv er leyst at søkja í viðtaluni á Sandi. Tvey viðtalustarvsfólk arbeiða í viðtaluni.

Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Umleið 3.600 borgarar eru í læknadøminum, sum fevnir um viðtalurnar í Fuglafirði og í Gøtudali. Ein lækni røkir viðtaluna í Fuglafirði.

  • Eitt starv er leyst at søkja í viðtaluni í Gøtudali, sum hevur umleið 1800 borgarar. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða í viðtaluni.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja. Umleið 6.200 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum. Tey tvey størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:

  • Eitt starv í Heilsudeplinum (á Skálafjørðinum) í Runavík, viðtala 3.
  • Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4. Tá koyrandi er um Skálafjørðin, verða allir læknarnir at starvast í Heilsudeplinum. Roknað verður við, at samstarv verður millum viðtalurnar. Í løtuni arbeiða tað, sum svarar til 1,8 sjúkrarøktarfrøðingar tilsamans í viðtalu 3 og 4.

Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum, og sum heild vera við í menning innan økið.

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða,  krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað í hvørji viðtalu starv ynskist.

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er 20. juli 2018, kl. 12.00
Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo.

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og Læknavaktina, kanst tú venda tær til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 61 40 10 ella t-post: jdo@heilsutrygd.fo ella til formannin í Kommunulæknafelag Føroya, Marjus Dam tlf. +298 21 23 25 eller t-post: m-dam@olivant.fo.

Líknandi størv

Fleiri størv