9 kommunulæknastørv leys at søkja

Heilsutrygd
Útgivið
21. november 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Heilsutrygd lýsir hervið við 9 kommunulæknastørvum í 5 læknadømum. Størvini verða sett frá 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Leysu størvini

Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Umleið 6.000 borgarar eru í læknadøminum. Tveir fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt starv er leyst at søkja í viðtalu 2 á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Umleið 1.900 borgarar eru í viðtaluni, og arbeiðir ein læknaskrivari og ein sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni.

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru trý kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 21.000 borgarar eru í læknadøminum. Tvey leys størv eru í Miðlon, og eitt á Frúutrøð.

  • Tvey størv eru leys at søkja í Miðlon, har tveir læknar starvast í løtuni. Harafturat eru 6 viðtalustarvsfólk, sum arbeiða í húsinum. Tilsamans eru umleið 5.650 borgarar knýttir at viðtalunum, og eru ávikavist 1.220 og 1.100 borgarar knýttir at teimum leysu kommunulæknastørvunum. Væntað verður, at settu læknarnir eru sinnaðir at samstarva við læknarnar og viðtalustarvsfólkini, ið arbeiða í Miðlon.
  • Eitt starv er á Frúutrøð og eru umleið 1.900 borgarar knýttir at hesi viðtaluni. Í viðtaluni starvast í løtuni tveir sjúkrarøktarfrøðingar.

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 borgarar eru í læknadøminum og eru tveir læknar í starvi í løtuni, ein á Tvøroyri og ein í Vági.

  • Eitt starv er á Tvøroyri og eru umleið 1.300 borgarar knýttir at viðtaluni. Royndur læknaskrivari arbeiðir í viðtaluni.
  • Eitt starv er í Vági og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Royndur læknaskrivari og sjúkrarøktarfrøðingur arbeiða í viðtaluni.

Í Fuglafjarðar læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Umleið 3.600 borgarar eru í læknadøminum, sum fevnir um viðtalurnar í Fuglafirði og í Gøtudali. Ein lækni røkir viðtaluna í Fuglafirði.

  • Eitt starv er leyst at søkja í viðtaluni í Gøtudali, sum hevur umleið 1800 borgarar. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða í viðtaluni.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja. Umleið 6.200 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum. Tey tvey størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:

  • Eitt starv í Heilsudeplinum (á Skálafjørðinum) í Runavík, viðtala 3.
  • Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4. Tá koyrandi er um Skálafjørðin, verða allir læknarnir at starvast í Heilsudeplinum. Roknað verður við, at samstarv verður millum viðtalurnar. Í løtuni arbeiða tað, sum svarar til 1,8 sjúkrarøktarfrøðingar tilsamans í viðtalu 3 og 4.

Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum, og sum heild vera við í menning innan økið.

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða,  krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað í hvørji viðtalu starv ynskist.

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er 7. desember 2018, kl. 12.00
Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo.

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og Læknavaktina, kanst tú venda tær til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 61 40 10 ella t-post: jdo@heilsutrygd.fo ella til  Djóna S. Joensen, kommunulækna tlf. +298 22 98 62 eller t-post: djonij@kl.fo.

Líknandi størv

Fleiri størv