ANSNI søkir samskipara til vaktarvirksemi okkara

Ansni P/F Útgivið: 26. september 2017

Lýsing

Talan er um starv við ymiskum og til tíðir krevjandi uppgávum. Tað er umráðandi, at tann, ið settur verður, er arbeiðssamur og ágrýtin, eisini í úrtíð, sum er arbeiðstíðin hjá flestu av trygdarvørðum okkara. At duga væl at orða seg í skrift og talu er ein fyrimunur.

Vit ynskja eisini, at tann, ið settur verður, er jaligur, fyrikomandi og tænastusinnaður eins og evnini at umgangast starvsfelagar og viðskiftafólk eru umráðandi.

Í ANSNI liva vit av at veita tænastur. Okkara kjarnuvirdi eru trygd, álit, dygd og umhugsni.

Um spurningar eru, ert tú vælkomin at ringja til Helga tel 231261 og senda umsøkn á teldupost umvegis frymilin her niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 2. Oktober 2017 kl. 16.00. 

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv