Arbeiðsfólk til Eysturkommunu

Eystur Kommuna
Útgivið
14. maj 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
agnar@eystur.fo
Bý-/ bygd
Norðagøta

Lýsing

Eysturkommuna søkir eftir tveimum arbeiðsfólkum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um viðlíkahald av:

• vegum, gøtum, kloakkum og vatnleiðingum

• fríøkjum, spæliplássum

• aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikar:

Tað er ein fyrimunur, at tey, sum sett verða, hava stóra koyrikortið, hava royndir og eru før fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Vit ynskja persónar, sum er samstarvssinnaðir, arbeiðsamir, dugnaligir og vælskipaðir.

Setanarviðurskifti:

Talan er um tvey fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir:

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til:

Eysturkommunu

Oyran 2

512 Norðragøta

ella teldupost á: eystur(at)eystur.fo

Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin, 21. mai 2018.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara, tlf. 730026.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv