Auto søkir stjóra

Auto Útgivið: 5. november 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
auto@auto.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Yvirskipað sæð fremur stjórin arbeiðsuppgávur skilgreinaðar av nevnd felagsins.

Ynski hjá P/F Auto er, at stjórin skal ganga á odda í felagnum, hvørs fremsta endamál er at reka hýruvognskoyring í Tórshavnar Kommunu og menna P/F Auto.

Uppgávur hjá stjóranum eru m.a at skipa samskiftið við kundar umframt at skapa nýggj samstørv, hava yvirlit yvir fíggjarstøðu felagsins, setan av starvsfólki, tryggja eitt høgt tænastustøði o.s.fr.

Førleikar
Eginleikar hjá stjóranum í P/F Auto skula mynda nýhugsni, ágrýti og framleidni. Felagið hevur fjølbroyttar ætlanir fyri framman og stjórin skal hava førleikar at útinna hesar og samstundis vera avgjørdur, tá knappar avgerðir skula takast.

Harumframt skal stjórin mynda ein jaligan hugburð, duga væl at vegleiða starvsfólkum, hava gott yvirlit og hava førleikar at stýra fíggjarligu viðurskiftum felagsins.

Setanarviðurskifti og umsókn
Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 10. desember og um hóskandi umsøkjari verður funnin, verður starvið sett mánadagin tann 8. januar 2018. Starvið verður mett til hálva tíð og lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn við CV og onnur viðkomandi skjølum skulu sendast til: auto@auto.fo.

Meira fæst at vita við at venda sær til Oddbjørn Joensen (stjóri) á tlf. 222829 ella til Atla Jacobsen (nevndarformann) á tel. 218888.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv