Avloysarar og farloyvisstarv til VEKS Eystur

VEKS
Útgivið
19. april 2018
Staður
Samskifti
veks@veks.fo
Bý-/ bygd
Vestmanna

Lýsing

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

 

Søkt verður eftir:

  • Frítíðaravloysarum til røktina á Korndalsbýlinum á Eiði og Mørkina í Streymnesi, í tíðarskeiðnum frá 1. juni (ella eftir nærri avtalu) og fram til 31. august 2018.
    • Avloysarar, sum bert kunnu arbeiða í vikuskiftisvaktum, eru eisini vælkomnir at søkja.
  • Avloysara innan reingerð til Mørkina í Streymnesi, at byrja skjótast gjørligt. Brøkur eftir nærri avtalu.
  • Sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara ella heilsuhjálpara – brøk 0,7, í farloyvisstarv

frá 1. juni til 31. desembur 2018.

 

Starvsøkið

  • VEKS Eystur (Eiðis- og Sunda Kommuna)

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Frítíðaravloysarar, sum bert kunnu arbeiða vikuskiftisvaktir, eru eisini vælkomnir at søkja.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag.

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til Miu Pedersen á tlf. 793231.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. kann sendast til

veks@veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59
350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mai 2018 kl. 12.00

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo

Líknandi størv

Fleiri størv