Avloysari fyri skrivstovufólk á Akstovuni

Útgivið
17. oktober 2019

Lýsing

Skriva út

Avloysari fyri skrivstovufólk á Akstovuni

Søkt verður eftir avloysara í eitt ár fyri skrivstovufólk í farloyvi til Akfarsdeild á Akstovuni at byrja skjótast gjørligt. Talan er fulltíðarstarv.

Uppgávan
Uppgávan fevnir m.a. um:

  • Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
  • Skráseting og eigarabroytingar av akførum
  • Avgreiðslu av skrásetingargjøldum og vegskatti
  • Málsviðgerð
  • Kassauppgerð
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu-útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein er fyrikomandi og kunda-vinarligur, og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika at arbeiða 
við teldu.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til:

Akstovan, Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206, FO 110 Tórshavn

ella akstovan@akstovan.fo

Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara, á telefon 350418. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2019.

__________________

Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 22 fólk.

Líknandi størv