Bakkafrost søkir Aliformann/-kvinnu

BAKKAFROST P/F Útgivið: 7. september 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Sum aliformaður/-kvinna fært tú møguleika at virka í einum umhvørvi, har vit leggja dent á at skapa eina burðardygga aling við virðing fyri tí umhvørvi, sum vit virka í. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Aliformaðurin/-kvinnan hevur dagliga leiðslu av alibrúkinum og ábyrgd av framleiðsluni á økinum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

at      leggja framleiðsluna til rættis á tryggan og burðardyggan hátt samsvarandi yvirskipaðu málum felagsins
at      tryggja, at fiskavælferðin verður sett í fremstu røð, og at umhvørvið verður røkt á burðardyggan hátt
at      skipa og leggja til rættis dagliga arbeiðið á alibrúkinum
at      tryggja nøktandi rakstur og viðlíkahald
at      hava dagligu starvsfólkaleiðsluna á alibrúkinum

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar og -royndir. Tú dugir væl at skipa og leggja arbeiðið til rættis. Tú ert ein virkin partur av dagliga arbeiðinum, og dugir at skapa eina skilagóða javnvág millum dagliga arbeiðið á sjónum og skrivstovuarbeiðið á landi. Eisini dugir tú væl at motivera starvsfólkini, soleiðis at arbeiðslagið er gott á alibrúkinum, samstundis sum tú leggur dent á at skapa góð úrslit.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva tvørtur um deildarmørk. Tú hevur kt-førleikar á brúkarastøði.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan aling ella royndir á maritima økinum.

Vit bjóða
Starvið sum aliformaður/-kvinna er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddvald Olsen, alileiðara, tel. 23 51 49, t-post odos@bakkafrost.com, ella Guðrun Olsen, HR deildarleiðara, tel. 23 51 15, t-post guol@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 29. september 2017. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv