Bakkafrost søkir elektrikara/maskinmeistara til Smoltstøðina við Strond

BAKKAFROST
Útgivið
7. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.fo
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið á Føroya størstu Smoltstøð? Vit søkja ein ágrýtnan elektrikara ella maskinmeistara við royndum innan elektronikk til Smoltstøðina við Strond. Sum elektrikari/maskinmeistari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

 

Arbeiðsøki

Smoltstøðin er í gerð og í fyrstu atløgu verða uppgávurnar at leggja rør og installera maskinur og komponentar. Tá støðin kemur upp at koyra verður tú partur av einari vaktarskipan. Tú kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og kemur m.a. at røkja fylgjandi uppgávur:

 

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
  • Røkja aðrar uppgávur á smoltstøðini

 

Tú fert at hava ábyrgd av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Tú mást tola ávísar broytingar í starvinum.

 

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin eletrikari ella maskinmeistari við royndum innan elektronikk. Tú ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Somuleiðis hevur tú góðar KT-førleikar. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfullur, vísa virðing og vera íðin, effektivur og framsøkin.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinmeistari er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann á tel. 23 57 23, ella við t-posti til roja@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-posti til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. mars 2018, kl. 12:00. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Fleiri størv