Bakkafrost søkir formann/-kvinnu til virkið á Glyvrum

Bakkafrost P/f
Útgivið
23. maj 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eina spennandi yrkisleið innan matvøruframleiðslu á nýggja framkomna virkinum hjá Bakkafrost?

Arbeiðsøki

Tú kemur at starvast í framleiðslutoyminum, sum hevur ábyrgdina fyri lidnu virðisøktu vørunum. Arbeitt verður í skiftisvaktum og á hvørjari vakt er eitt toymi, sum leiðir arbeiðið og ger dagsroknskapin fyri framleiðsluna. Vit leggja stóran dent á at framleiða eina hágóðsku matvøru og nýta framkomna tøkni í framleiðsluni fyri at tryggja gott arbeiðsumhvørvið og eina úrslitagóða framleiðslu.

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar, viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir. Tú hevur áhuga fyri matvøruframleiðslu, ert væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva. Tú hevur góðar telduførleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

 

Vit bjóða

Tú gerst partur av eini fyritøku í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýhugsan er lykilin til at standa seg í kappingini. Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára E. Jacobsen, virkisleiðara, á tel. 23 50 11 ella á t-posti til kaja@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 3. juni. Tí søkir starvið við at trýsa á knøttin “Søk starvið” niðanfyri.

 

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

Líknandi størv