Bakkafrost søkir grafikara

BAKKAFROST
Útgivið
4. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Sum grafikari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Starvið

Sum grafikari kemur tú at gera sølutilfar til marknaðir, tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar, innanhýsis og uttanhýsis kunningartilfar, sniðgeva pakkitilfar umframt aðrar uppgávur innan grafiskt arbeiði. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við marknaðarleiðaran.

Grafikarin er partur av søludeildini hjá Bakkafrost og vísir til marknaðarleiðaran. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.

 

Tín vangamynd

  • Tú ert kreativ/-ur
  • Tú hevur góðan kunnleika til forrit innan Adobe heimin, sum t.d. Indesign, Illustrator og Photoshop
  • Tú hevur góðan kunnleika til føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu
  • Tú dugir at skriva tekstir
  • Tú ert væl skipað/-ur og megnar at hava nógvar bóltar í luftini uttan at missa yvirlitið
  • Tú megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymum

 

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

So ert tú kreativ/-ur, dugir títt handverk innan Adobe-heimin, so ert tú kanska tann, vit leita eftir. Vit hava nógvar spennandi uppgávur, ið bíða eftir rætta viðkomandi.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Poul Andrias Jacobsen, marknaðarleiðara, á tel 23 50 10, t-post poja@bakkafrost.com

 

Umsókn

Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com

 

Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin er 22. oktober 2018.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

 

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Fleiri størv