BAKKAFROST søkir Leiðara til Lívfiskaframleiðslu

BAKKAFROST
Útgivið
12. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.fo
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Ver við til at menna føroyskt kynbótaarbeiði.

Føroyskur laksur hevur sera gott orð á sær og verður viðurkendur sum besti laksur á marknaðinum fyri sín serliga smakk og góðu dygd. Eitt gott kynbótaarbeiði er viðvirkandi til at tryggja, at føroyskur laksur eisini frameftir varðveitir eina kappingarføra støðu á marknaðinum.

Vit sóknast tí eftir einum eldhugaðum persóni við høgum fakligum førleikum til at leiða kynbótaarbeiðið.

Starvið
Sum leiðari til lívfiskaframleiðsluna skalt tú uppbyggja kynbótaarbeiði í sambandi við føroysku laksastammuna og við tíðini menna eina framleiðslu, ið skal tryggja Bakkafrost kynbøtt rogn við hægstu góðsku. Leiðarin hevur fakliga ábyrgd av kynbótaarbeiðinum og ábyrgd av rakstrinum av lívfiskastøðunum við Áir og í Skopun.

Leiðarin til lívfiskaframleiðsluna hevur fylgjandi høvuðsuppgávur:

at   skipa og endurreisa kynbótaarbeiðið í sambandi við føroysku laksastammuna, herundir at menna eina kynbótakjarnu við verandi lívfiski, og tryggja at lívfiskastovnurin hevur eina genetiska breidd og variatión
at   tryggja optimalan rakstur av lívfiskastøðunum, herundir at skipa virksemi á ein tryggan og burðardyggan hátt
at   tryggja fiskaheilsu- og vælferð, og at umhvørvið verður røkt á burðardyggan hátt
at   tryggja innanhýsis mannagongdir og arbeiðsgongdir, umframt tilhoyrandi skrásetingar
at   luttaka í verkætlanum
at   røkja aðrar viðkomandi uppgávur innan virkisøki

Leiðarin til lívfiskaframleiðslu vísir til alileiðaran fyri aling á landi og er staðsettur við Áir. Eftirfylgjandi staðseting er tengd at staðseting av nýggjari lívfiskastøð.

Tín vangamynd
Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan t.d. lívtøkni, verkfrøði, djóralæknafrøði ella aðra lívfrøðiliga bakgrund. Royndir innan aling og/ella genetik er ein fyrimunur. Vit vænta, at tú

  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir
  • ert trúverdur, miðvísur og hevur hugflog
  • ert væl skipaður og megnar at raðfesta
  • hevur góðar KT-førleikar
  • hevur góðan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt, bæði munnliga og skrivliga

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Talan er um starv við stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru broytingar, menning, uppfylging og effektivisering. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rúna Olsen, alileiðara, á tel 23 51 25, t-post ruol@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast. Umsóknarfreistin er mánadagin 5. apríl 2018, kl. 12:00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Fleiri størv