BAKKAFROST søkir starvsfólk til Góðskudeildina innan umhvørvisøkið

BAKKAFROST
Útgivið
23. november 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Sum starvsfólk innan umhvørvisøkið á Góðskudeildini hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd

 

Arbeiðsøki
Í starvinum skalt tú verða við til at greina og menna arbeiðið við at fyribyrgja og minka um árin á umhvørvið av virkseminum hjá Bakkafrost og tryggja, at virksemið hjá Bakkafrost er burðardygt í mun til umhvørvi.

Arbeiðsuppgávur fevna eitt nú um:

  • Ábyrgd av umhvørviskanningum og metingum
  • At greina og ráðgeva út frá umhvørviskannigum og árinsmetingum
  • Framleiða og greina tøl um árin á umhvørvið

Í starvinum verður tú  partur av Góðskudeildini í Bakkafrost samtakinum. Góðskudeildin varðar av góðsku, djóraheilsu og djóravælferð, umhvørvi og trygd. Góðskudeildin samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakkafrost samtakinum.

Starvsstaðurin er á Glyvrum.

Tín vangamynd
Vit søkja eitt starvsfólk við hægri útbúgving  innan lívfrøði, verkfrøði ella líknandi. Ynskiligt er, at tú hevur innlit í umhvørvisøki og hevur góðar førleikar til KT. Tað er ein fyrimunir um tú hevur royndir við umhvørvisstýring.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni og ert opin fyri at menna tínar førleikar.

Tú mást eisini hava koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Starvið er nýtt, og tú verður við til at mynda tað. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20 ella við t-posti til anjo@bakkafrost.com

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er 2. januar 2019.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv