BAKKAFROST søkir Virkisleiðara til virkið í Vági

BAKKAFROST P/F Útgivið: 6. september 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Bakkafrost er farið undir at dagføra virkið í Vági til eitt framkomið kryvjivirkið. Íløgur verða gjørdar í bygning og nýggjar maskinur við tí fyri eyga at tryggja eina burðardyggari framleiðslu og tryggja, at virkið lýkur øll myndugleika- og kundakrøv, umframt innanhýsis Bakkafrost krøv.

Vit leggja stóran dent á at framleiða eina hágóðsku matvøru og nýta framkomna tøkni í framleiðsluni fyri at tryggja gott arbeiðsumhvørvið og eina úrslitagóða framleiðslu. Virkið í Vági verður klárt at taka í nýtslu á várið 2018. Starvið verður sett sum skjótast og ætlanin er, at virkisleiðarin er partur av verkætlanarleiðsluni.

Arbeiðsøki
Virkisleiðarin hevur ábyrgd av kryvjivirkinum í Vági. Virkisleiðarin skal í samstarvi við yvirskipaðu virkisleiðsluna leggja til rættis og menna virksemi á kryvjivirkinum til tess

at      tryggja høga góðsku á matvørum og tænastum til kundan

at      skipa framleiðsluna so optimalt og kostnaðareffektivt sum gjørligt

at      tryggja at maskinur og virkisbygningur eru í fullgóðum standi

Virkisleiðarin hevur dagligu starvsfólkaleiðsluna á virkinum.

Virksemi hjá Bakkafrost er í støðugari menning og tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú hevur góðar leiðslueginleikar, leiðsluroyndir og viðkomandi útbúgving. Tú dugir væl at leiða og skipa arbeiðið. Eisini dugir tú væl at motivera starvsfólkini soleiðis at arbeiðslagið er gott á virkinum samstundis sum tú leggur dent á at skapa góð úrslit. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá matvøruframleiðslu.

Tú hevur stóran áhuga fyri matvøruframleiðslu, ert væl skipaður, tekur ábyrgd, og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva tvørtur um deildarmørk. Tú hevur góðar kt-førleikar og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

Viðkomandi útbúgving er t.d. matvøruverkfrøðingur, framleiðsluverkfrøðingur, ella líknandi.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfullur, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og nýhugsan er lykilin til at standa seg í kappingini. Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini dynamiskari fyritøku. Vit leggja dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Andrias Petersen, virkisleiðara, á tel. 23 51 20 ella á t-posti til anpe@bakkafrost.com

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. september 2017.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv