KT ráðgevi við royndum

SYNACK
Útgivið
23. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
synack@synack.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Brennur tú fyri KT?

Synack stendur í vøkstri og er eisini við at fóta sær úti í heimi. Vit leita eftir einum starvsfelagað ið trívist í einum tekniskum umhvørvi og ynskir, at verða partur av okkara ferð í at menna eitt føroyskt KT virkið. Eitt virkið ið kann bjóða spennandi KT størv í Føroyum við altjóða avbjóðingum.

Vit hava starvsfólk ið eru danskt og enskt talandi, sum sita í Føroyum og Danmark. Tú skalt tí trívast í einum altjóða umhvørvi, har tann rætta tekniska loysnin til kundan er avgerðandi.

Starv og ábyrgd
Tú kemur at arbeiða við fjølbroytum uppgávum innan ráðgeving, netumsiting og support.

Vit vanta, at tú eftir stuttari tíð, við góðari ráðgeving til kundar okkara, sniðgevur og setur í verk røttu KT loysnina, ið ger gerandisdagin hjá kundum okkara lættari.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri at leggja arbeiðsdagin til rættis í mun til tað arbeiði sum skal útførast, fyri at varveita eitt høgt tænastustøði mótvegis okkara kundum.

Vit vænta, at tú

  • Brennur fyri KT!
  • Hevur førleikar innan eina ella fleiri av fylgjandi tøkni:
    • Microsoft
    • VMware
    • Veeam
    • Linux
  •   Hevur innlit í tí nýggjastu tøknini og rákinum
  • Ynskir at taka certificeringar
  • Ert málrættað/ur og dugir at raðfesta týðilig mál
  • Klár/ur at taka eina hond í, tá tørvur er á hesum
  • Ert fyrikomandi og uppsøkjandi

Vit bjóða
Vit síggja okkum sjálvar sum eitt ungt og spennandi virkið, sum kann bjóða eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv, har tann rætti fær møguleika fyri at fáa eina ávirkan á menningina og gongdina hjá felagnum. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfelagar brenna fyri tí tey arbeiða við, tí síggja vit skeiðvirksemi og certificeringar sum ein nattúrligan part av virkseminum.

Tú kanst arbeiða heimanífrá, men vantandi mest úti hjá kundum ella á skrivstovuni. Tú fært í fyrstu atløgu útflýggjað eina teldu og fartelefon og kanst tí sjálv/ur leggja arbeiðsdagin tilrættis. Vit leggja tó dent á samanhald, tí skipa vit javnan fyri tiltøkum, har vit møtast út yvir tað dagliga samstarvið.

Synack er grundað á hesi sjónarmið, har góð tænasta, vitan og óheft ráðgeving hevur viðført, at felagið í dag er í vøkstri. Felagið er eitt sterkt men lítið felag, ið loysir bæði smærri og størri uppgávur fyri virkir og stovnar. Hjá Synack fært tú ávirkan á tín gerandisdag, har vit geva tær møguleika at koma við egnum hugskotum og hava eina ávirkan.

Umsókn
Starvið verður lønt sambært avtalu og verður sett tá ið tann rætti er funnin. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heðin Ejdesgaard Møller á tlf. 77 11 10 ella á teldupostaddressu hej@synack.fo

Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast til synack@synack.fo

Líknandi størv

Fleiri størv