Búskaparfrøðingur til Tryggingareftirlitið

Tryggingareftirlitið
Útgivið
4. juli 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Ert tú búskaparfrøðingur og kundi hugsað tær at arbeitt við spennandi uppgávum á Tryggingareftirlitinum?

Tryggingareftirlitið, ið er ein partur av Vinnustovninum, hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum eftir tryggingarlógini, umframt annað uttanhýsis eftirlitsvirksemi sambært serligari lóggávu.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, fjøltáttað starv við avbjóðandi uppgávum av stórum týdningi fyri vinnu og borgarar. Tú kemur at hava eftirlit við solvensi og váða umframt roknskaparligt eftirlit við feløgunum, og fevnir hetta bæði um regluligar og serligar eftirlitsuppgávur. Harumframt kemur tú at gera búskaparligar greiningar og hagtøl, eins og tú kemur at fylgja við altjóða menningini á økinum.

Starvið er fakliga og persónliga mennandi. Vit leggja dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi eftirútbúgving.

Tú fært møguleika fyri at ávirka tínar  arbeiðsuppgávur og fært innlit í tryggingarliga partin av fíggjargeiranum.

Somuleiðis fært tú møguleika til, eftir tørvi, at loysa aðrar uppgávur á Vinnustovninum.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:

  • viðkomandi búskaparliga kandidatútbúgving, t.d. cand. polit., cand. oecon ella cand.merc.aud.
  • góð analytisk og støddfrøðilig evni, góð samstarvsevni og vera arbeiðssamir
  • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum
  • hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt umframt at arbeiða í toymi
  • hug og áræði til javnan at seta seg inn í nýggj viðurskifti
  • góð evni at samskifta í skrift og talu
  • royndir innan privata ella almenna fyrisiting.

Setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Upplýsingar og umsókn
Tú kanst fáa meira at vita um Tryggingareftirlitið á www.tryggingareftirlitid.fo.

Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 21 60 20, teldupost: jt@tryggingareftirlitid.fo, ella Leivur Harryson, ráðgeva, á tlf. 55 60 26, teldupost: lh@tryggingareftirlitid.fo.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:

Tryggingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn

ella sum teldupostur til:
tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo

og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. august 2018.

Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram.

Fleiri størv