BYGGITRYGD søkir eftir bjálvara

Byggitrygd
Útgivið
17. maj 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
hd@byggitrygd.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Hevur tú hug at læra at bjálva við pappírsull og arbeiða teg upp til at gerðast serfrøðingur í bjálving?

So hevur tú møguleikan nú, tí Byggitrygd leitar eftir einum fólki (m/k), sum ynskir at verða hjá okkum í nógv ár, og sum ynskir at mennast í starvinum sum bjálvari.

Pappírsull er eitt bjálvingartilfar, framleitt úr endurnýtsluavísum. Pappírsull er framúr gott og trygt bjálvingartilfar, sum verður brúkt alsamt meira í Føroyum, av tí at tað ofta er bæði bíligari og betur egnað enn onnur bjálving.

 

Av fyrimunum kunnu nevnast:

- Góð brandmótstøða

- Góð bjálvingarevni

- Óneyðugt við dampsperru

- Sera munagóð ljóðbjálving

- Fukttransporterandi

- Góð inniluft

- Onki rot, ongin blámusoppur ella skaðadjór

- Leggur seg tætt rundan um innleggingar (rør o.a.)

 

Vit vænta at tú:

- Hevur koyrikort (B)

- Møtir væl upp

- Ert røkin

- Hevur hug og hegni til handverk

- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

- Ert álítandi og kundavinarlig/ur

 

LES MEIR Á http://www.byggitrygd.fo/fo/starv/

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv