Deildarleiðari til skurðgongina og ambulatoriudeildina á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Klaksvíkar Sjúkrahús Útgivið: 8. september 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
umsokn@ks.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Klaksvíkar sjúkrahús søkir við hesum eftir deildarleiðara til skurðgongina og ambulatoriudeildina til setan 15.11.17, ella eftir nærri avtalu.

Visiónin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er, at liva upp til okkara umdømi har sjúklingar, starvsfólk og onnur viðskiftafólk eru nøgd við okkara avrik. Eitt avrik, ið skal avspegla ein starvsfólkabólk við høgum fakligum førleika, empati og virðing. Dygd og áræði skal eyðkenna starvsfólkaliðið.

Trygd og dygd skal vera ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum, við atlit til samskifti, røkt og viðgerð av sjúklingunum.

Deildarleiðarin varar av:
Skurðgongini, kirurgiskum ambulatorium og skaðastovuni.

Samstarvspartar til skurðgongina og ambulatoriudeildina eru:
Læknar, læknaskrivarar, anæstesideildin, seingjadeildin, røntgen, rannsóknarstovan, tænastudeildin, sjúkraflutningstænastan, v.fl.

Deildarleiðarin hevur m.a. ábyrgdina av:

  • Sjúkrarøktini, herundir at leiða, miðla, menna og útinna sjúkrarøkt
  • At sjúkrarøkt og viðgerð verður framd undir røttum og góðum umstøðum
  • At vera samskipari av nógvu fakøkjunum
  • Fakligu leiðsluni, menning og starvsfólkaleiðslu
  • At standa á odda og taka stig til dygdarmenning av arbeiðnum á deildini
  • Fíggjarstøðuni og tímanýtsluni fyri deildina
  • Dagligu tilrættaleggingini á deildini
  • Innleiðslu av nýggjum starvsfólkum og lesandi
  • Dagføring av politikkum, leiðreglum og standardum
  • At taka eina hond í har tað er neyðugt

Vit sóknast eftir einum deildarleiðara, ið kann ganga á odda innan fakligu menningina og dygdarmenningini av arbeiðnum á staðnum. Einum leiðara, sum dugir og torir at taka avgerðir, megnar at varðveita yvirlitið og dugir at raðfesta.

Deildarleiðarin hevur tilvísing til varastjóran á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Viðkomandi sum settur verður má kunna tola broytingar í starvinum.

Dentur verður lagdur á:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Áhugi í fakligari menning
  • Innovatión
  • Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur leiðsluroyndir

Tú kanst vænta:

  • Innleiðslu
  • Starvsfelagar við drúgvum royndum
  • Eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiðsøki
  • Tvørfakligt samstarv
  • Stóra avbjóðing

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Helenu Klein Sundsskarð, deildarleiðara tlf. 23 45 99 ella Súsanna Olsen, varastjóra tlf. 22 03 66.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist:
Umsókn, prógv og viðmæli skulu sendast til umsokn@ks.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin, 25.09.2017.

 

Á heimasíðuni www.ks.fo, kanst tú lesa meira um Klaksvíkar sjúkrahús.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv