Elektrikari til Hundsarabotn

Landsverk
Útgivið
9. februar 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
toso@lv.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikara til grót- og skervverk okkara.

Arbeiðsuppgávur:
Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum umfatar viðlíkahald og umvælingav el-búnað á maskinaríðum okkara í Hundsarabotni, á skervverkinum í Hústoft og á asfaltverkinum á Sundi.

Út yvir el arbeiði skalt tú eisini hjálpa til í tí dagliga arbeiðinum á skervverkinum.

Førleikakrøv:
Vit vanta, at tú ert útbúgvin elektrikari og tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við PLC stýringum.

Tað er ein treyt, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Sum persónur er tú forvitin, og hevur dirvi til at seta teg inní nýggjar møguleikar. Harafturat vanta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur , dugnaligur og væl skipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Tú verður lærdur upp og settur inn í mannagongdir, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiðið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars, verða sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er í Hundsarabotni, men arbeiðsøkið fevnir eisini um asfaltverkið á Sundi og grótbrotbrotið á Hústoft.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagið 25. februar 2018.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Tom Sørensen, formann, tlf. 290 757 ella á teldupost toso@lv.fo.

Líknandi størv

Fleiri størv