Ergoterapeutur og Fysioterapeutur (farloyvisstarv)

VEKS
Útgivið
14. februar 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
veks@veks.fo
Bý-/ bygd
Vestmanna

Lýsing

Vit sóknast eftir ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum starvsfólkum til Heimatænastuna í VEKS.

Størvini eru:

  • Farloyvisstarv sum Fysioterapeutur, starvsbrøk 0,8 í tíðarskeiðnum 1. mars 2018 til        28. februar 2019.
  • Ergoterapeutur, starvsbrøk 0,8, arbeiðsstaður út frá Mørkini í Streymnesi. Byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tú verður partur av einum terapeutiskum starvstoymi við 4 starvsfólkum - 2 fysioterapeutar og 2 ergoterapeutar.

 

Tilvísing

Størvini hava tilvísing til avvarandi leiðara.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum ávikavist fysioterapeutur og ergoterapeutur
  • Áhuga fyri at dagføra fakliga førleikan innan terapeutiska øki.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna terapeutiska virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og uppbyggjandi samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Tola broytingar í arbeiðsuppgávum
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar, endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
  • Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar, og í mun til hetta, at seta neyðug átøk í verk.
  • Innan terapeutiska øki vegleiða og undirvísa starvsfólkahópi og einstaka brúkaranum.
  • Tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið, bæði til borgarar, starvsfólk og aðrar samstarvspartar.
  • Stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

 

Setanarstað og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. februar 2018 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo

Fleiri størv