VEKS
Útgivið
26. august 2022
Útgongur
12. september 2022
Staður
Bakkavegur 59, FO-350 Vestmanna, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.

Arbeiðsstaður:
Út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

Starvsbrøkur
Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Byrjunardagur
Byrjunardagur skjótast tilber.

Tilvísing
Starvið hevur tilvísing til leiðaran í økinum.

 

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna venjing og ráðgeving v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

 

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av áhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS. Arbeitt verður út frá Heiminum á Grønanesi.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo   

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
350 Vestmanna

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann  12. september 2022 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran í økinum:

Helfrid Kruse Poulsen á tlf. 793259 ella teldupost helfridp@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo .

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið