Ert tú Heilsufrøðingur?

Útgivið
6. april 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv at seta skjótast tilber.

 

Størvini eru:

20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu.

32 tímar avloysarastarv á smábarnaøkinum í Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu,

Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið er til 28. februar 2019.

 

Vit kunnu bjóða:

  • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
  • Fakligt mennandi umhvørvi
  • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum
  • Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd

 

Førleikakrøv:

  • Løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum heilsufrøðingur
  • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt
  • Áhuga fyri fakligari menningartilgongd

Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

Ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. apríl 2018, kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv