Farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum

Løgtingið Útgivið: 4. august 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
logting@logting.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Eitt farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. oktober í ár til 30. september 2018.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
Alt vanligt skrivstovuarbeiði og ávísar serligar uppgávur so sum: Ábyrgdina av telefonav-greiðslu, ferðum, móttøku, nevndarrøkil.

Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. Ein treyt fyri at verða settur er, at viðkomandi er kønur í føroyskum, hevur royndir at arbeiða við teldu og hevur áhuga í politiskum arbeiði.

Setanartreytir:
Starvið verður lønt í 5. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálráðið og Starvsmannafelagið.

Løgtingið:
Upplýsing um Løgtingið og løgtingsarbeiðið er at finna á heimasíðu okkara www.logting.fo.

Umsókn:
Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast Løgtinginum, Tinghúsvegi 1-3, Boks 208, 110 Tórshavn ella í telduposti til: logting@logting.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. august 2017, kl. 12.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Beintu Isaksen, tingskrivara, á tel. 363910 ella teldupost beintai@logting.fo, ella til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tel. 520294 ella teldu-posti johnhardk@logting.fo

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv