Feriuavloysarar til Roðan økistænastuna

Roðin Økistænastan
Útgivið
8. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
rodin@rodin.fo
Bý-/ bygd
Runavík

Lýsing

Kjarnuuppgávan hjá Roðanum er at veita eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.

Tænastan, ið verður veitt, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann aldrandi borgaran, so er tað tær vit leita eftir sum feriuavloysara til Roðan.

Røktarstarvsfólk

Til Eysturoyar røktar – og ellisheim, sambýlini Vesturskin og Sjóvarlon og til heimatænastuna verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum  at arbeiða í tíðarskeiðnum  frá 01. juni til  31. august 2015.

Arbeiðið umfatar heilsu-og sjúkrarøkt, heimahjálp, stuðul og vegleiðing til borgarar, sum búgva heima og/ella á Eysturoyar røktar- og ellisheimið, Vesturskin og Sjóvarlon.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í skiftandi vikuskiftum

 

Reingerðingsfólk

 

Til heimini verður søkt eftir fólki at gera reint og eftir fólki til vaskaríið á Eysturoyar røktar- og ellisheim. Arbeiði er í dagtímunum gerandisdagar.

 

Køksrøktarstarvsfólk

 

Til køkin á Eysturoyar røktar- og ellisheimið verður søkt eftir køksrøktarstarvsfólki. Arbeitt verður í skiftandi vaktum ig skiftandi í vikuskiftum.

 

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Roðan økistænastuna tlf 478200 ella tpost rodin@rodin.fo

 

Umsókn.

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. mars 2018.

Umsóknin, merkt “summarfrítíðaravloysari” ,skal sendast við telduposti til : rodin@rodin.fo ella við posti til Roðin økistænastan, Friðartún 1, FO 620 Runavík.

Fleiri størv