Fíggjarfulltrúi til Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið
Útgivið
8. januar 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
im@ls.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vit sóknast eftir dugnaligum og tænastusinnaðum fíggjarfulltrúa til setan 1. Februar ella eftir avtalu. Nýggi fíggjarfulltrúin verður ein partur av okkara toymi á Fíggjardeildini. Vit hugsa at tú ert bachelor ella kandidatur frá hægri lærustovni, og hevur góðar førleikar innan fígging og KT.

Sum fulltrúi á fíggjardeildini verða uppgávur tínar

  • at ráðgeva í fíggjarmálum
  • at menna fíggjar- og aktivitetsuppfylgingar serliga á viðgerð uttanlands
  • at verða við í menningini av at talgilda samskiftið millum Sjúkrahúsverkið í Føroyum og viðgerðarstøð uttanlands, serliga við Región H.

Fíggjardeildin hevur ábyrgdina av fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsinum og veitir í hesum sambandi tænastu til sjúkrahúsleiðsluna, depilsleiðslurnar, umframt aðrar leiðslur, har tørvur er á tí. Deildin tekur sær eisini av málsviðgerð og ráðlegging, sum hevur samband við fíggjarlig viðurskifti.

 

Tínir føleikar

  • Útbúgving frá hægri lærustovni innan búskap
  • Fíggjarligt tev
  • Analytikari, áhuga fyri at arbeiða við hagtølum
  • Áhuga og royndir innan talgildan av data úr ymiskum skipanum
  • Tænastusinnaður
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hegni til at miðla tína vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar

Tú kemur at starvast í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi við áhugaverdum og fjølbroyttum uppgávum. Tú skalt kunna trívast í einum fermiklum gerandisdegi, har tú arbeiðir við nógvum ymiskum uppgávum.

Sum persónur ert tú álítandi, fyrikomandi, nærlagdur og hevur ein jaligan hugburð, eins og tú tekur ein virknan leiklut í at skapa eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.

 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, fíggjar- og kt-deildarstjóra, tlf. 211800, teldupostur im@ls.fo

 

Umsóknarfreistin er 14. januar 2019

Søk starvið her

Umsókn

 

 

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skal havast við til eina møguliga samrøðu.