Roknskaparfólki til Fjarhitafelagið

Fjarhitafelagið
Útgivið
4. maj 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
fjarhiti@fjarhiti.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Fjarhitafelagið hevur brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki, sum saman við bókhaldara okkara kann taka sær av vanligu umsitingarligu og fíggjarligu uppgávunum.

Talan er um hálvtíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.

 

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • dagliga bókhaldið
  • avgreiðsla av kreditorum, MVG-uppgerðum, v.m.
  • umsiting av lønum
  • tíðarskeiðsroknskapir
  • ársroknskapur
  • uppfylging og fíggjarlig stýring av verkætlanum
  • fíggjarætlanararbeiði saman við leiðslu felagsins

Tann, sum verður settur, fær neyðuga upplæring og skeið.

 

Til fyrimunar er, um tú:

  • hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • hevur royndir innan almenna ella privata umsiting.
  • ert røkin, hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Fjarhitafelagið P/f
Smyrilsvegur 13
Postboks 3215
110  Tórshavn

ella í telduposti til: fjarhiti@fjarhiti.fo

 

Freistin at søkja starvið er 19. mai 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á tlf. 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

 

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo