Fólk til postútbering í Vágum


Útgivið
28. januar 2020

Lýsing

Skriva út

Fólk til postútbering í Vágum

Starvið:
Vit søkja eftir einum fólki, sum skal koyra post og medisin í Vágum. Viðkomandiskal eisini standa í avgreiðsluni á posthúsinum á flogvøllinum. Starvið er uml. 30 tímar um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Tú:
• hevur koyrikort til bil
• ert kundavinarlig/- ur
• ert ágrýtin og jalig/-ur
• hevur heilsu til at ganga úti
• hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

Vit:
Kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi saman við dugnaligum
starvsfeløgum.

Spurningar:
Spurningar kunnu setast Torstein Olsen, útberingarleiðara, á tlf. 23 60 75 millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella við telduposti tiltorstein@posta.fo.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Posta
Óðinshædd 2
100 Tórshavn

ella til torstein@posta.fo

og verða okkum í hendi í seinasta lagihin 31. januar 2020.
________________________________________________________________________________________

Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 100 mkr og virksemi kring alt landið.