Formaður til miðøkið

Landsverk
Útgivið
23. august 2019
Staður
Faroe Islands
Samskifti
bp@lv.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vilt tú vera við at reka og viðlíkahalda okkara samferðslukervi, og dugir tú væl við fólki, so hava vit kanska rætta starvið til tín.

Landsverk søkir formann til at fyriskipa og samskipa tað dagliga arbeiðið í vegahaldinum í miðøkinum, sum fevnir um Streymoy, Vágar og norðara part av Eysturoynni.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar hjá vegahaldinum fevna í høvuðsheitum um: viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum uppat vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða. Málingabilurin hjá Landsverki hoyrir eisini til vegahaldið á miðøkinum, tó at hann arbeiðir kring alt landið.

Í samstarvi við økisleiðaran hevur tú dagligu leiðsluna av av arbeiðsliðnum og virkar sum samskipari av øllum arbeiðsuppgávunum hjá liðnum. Sum formaður luttekur tú í dagliga arbeiðinum hjá liðnum, men tú skalt eisini taka tær av ymiskum umsitingarligum uppgávum.

Førleikar
Tú ert handverkari ella arbeiðsmaður og hevur royndir frá líknandi arbeiðsuppgávum t.d. frá entreprenørvinnuni. Leiðsluroyndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.

Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipaður og dugir væl at finna loysnir. Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Eisini er umráðandi, at tú hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.

Tað er ein treyt, at tú hevur stóra koyrikortið.

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag.

Roknast má við úrtíðararbeiðið og arbeiði forskotna tíð. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Kollafirði, og arbeiðsøkið fevnir um Streymoy, Vágar, og norðara part av Eysturoynni. Tó kann tað koma fyri, at títt arbeiðslið skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. september 2019. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Petersen, økisleiðara, á tlf. 290 887 ella bp@lv.fo