Frítíðaravloysarar / barnsburðaravloysarar til seingjadeildina

Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
28. januar 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
synnova@ks.fo
City
Klaksvík

Lýsing

Vit eru so smátt byrja at hugsa um ljósari tíðir. Í hesum sambandi hava vit tørv á frítíðaravloysarum. Eisini grør um gangandi fót, og í tí sambandi er tørvur á barnsburðarsavloysarum.

Søkt verður tí eftir:

  • Sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina frá 15. juni til 31. august 2020
  • Heilsurøktara til seingjadeildina frá 15. juni til 31. august 2020
  • Barnsburðaravloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing 0,9 brøk frá 15. maj 2020 til 31. august 2021
  • Barnsburðaravloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing 0,8 brøk frá 15. maj 2020 til 31. august 2021

 

Seingjadeildin er ein blandað kirurgisk og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagkirurgisk móttøka og viðrakning er á deildini. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Um tú ynskir at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Synnøvu Hansen, deildarleiðara telefon 22 38 63 ella teldupost synnova@ks.fo .

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn um hví tú ynskir eitt av hesum størvum, saman við CV, autorisation og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til: umsokn@ks.fo .

Umsóknarfreistin er 12. februar 2020.

Líknandi størv