Fulltrúi til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Útgivið
13. juni 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
anita@kaf.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið søkir eftir fulltrúa at byrja 1. september 2019, ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum verða uppgávurnar at ráðgeva og vegleiða kommununum og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF í starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum og øðrum spurningum viðvíkjandi løn- og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkum á kommunala sáttmálaøkinum.

Vit vænta, at tú hevur vitan og innlit í arbeiðsmarknaðarviðurskifti, ella at tú við tínum royndum, førleikum og eginleikum er før/ur fyri skjótt at seta seg inn í hesi viðurskifti.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skal vera før/ur fyri at arbeiða undir ávísum trýsti.

Uppgávurnar eru annars:

  • At arbeiða við at styrkja kommunalu umsitingarnar við at gera felags vegleiðingar og mannagongdir um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
  • At ráðgeva einstøkum kommunum/arbeiðsgevarum í serstøkum málum t.d. flokkingarmálum
  • At fyrireika og lýsa mál og gera frágreiðingar
  • At gera tilfar til miðlar og røkja heimasíðuna
  • At fyrireika og luttaka í samráðingum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
  • At standa fyri skeiðvirksemi og øðrum tiltøkum viðv. starvsfólka-/sáttmála- og arbeiðsrættarligum viðurskiftum
  • At samskifta við landsumsiting, fakfeløg og aðrar áhugabólkar
  • At savna og umsita vitan um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti

 

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgving og royndir.

Starvsroyndir og vitan innan starvsøkið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur evnini at arbeiða við tølum og at greina hagtøl.

Tú skal duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, hava evnini at samskifta á ymiskum miðlum, og hava virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina.

Tað er umráðandi, at tú hóskar inn í starvsfólkahópin, sum frammanundan er í Kommunufelagnum, at tú hevur góð samstarvsevni, og førleika at síggja og fremja skilagóðar loysnir.

Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulla tíð og verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

Umsóknarfreist  
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til anita@kaf.fo.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C. Effersøesgøta 26
FO – 100 Tórshavn

Umsóknin skal vera Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2019, kl. 12.00.

 

Samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anitu Fuglø, leiðara í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum á tel. 226339, ella umvegis teldupost anita@kaf.fo – ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480, ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo.

Upplýsingar um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kaf.fo, og um Kommunufelagið á www.kf.fo

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er skipað undir leiðslu Kommunufelagsins. Endamálið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at samráðast um sáttmálar fyri starvsfólk í starvi hjá kommununum, hjá SEV og IRF. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vegleiðir og ráðgevur kommununum, SEV og IRF í málum um lønar- og setanarviðurskifti.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur til í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu 26, saman við Kommunufelagnum og Barnaverndarstovu Føroya.

Líknandi størv