Fysioterapeut til Nánd

Nánd Heimatænastan
Útgivið
30. april 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
nand@eystur.fo
Bý-/ bygd
Norðagøta

Lýsing

Til barnsburðarfarloyvisstarv
Hevur tú fysioterapeutiska útbúgving og ynskir at arbeiða uml. 36 tímar um vikuna og hevur koyrikort? So er tað møguliga tær, vit leita eftir!

Nánd arbeiðir tvørfakliga, og tú kemur at hava tilknýti til eitt toymi við 15 starvsfólkum, ið hava ymiskar praktiskar og fakligar førleikar. Vit gleða okkum til at víðka toymið við tínum førleikum, so okkara eldru borgarar og húsfólk fáa bestu fortreytir fyri at gerast so sjálvbjargin sum gjørligt. Arbeiðsøkið hjá Nánd er bygdirnar: undir Gøtueiði, Syðrugøta, Norðragøta, við Gøtugjógv, Leirvík, Kambsdalur, Fuglafjørður og Hellurnar.

Vit eru nýliga flutt í nýggj høli, har venjingarhøli, skrivstovur, starvsfólkarúm og viðgerðarhøli eru á sama stað.

Vit gleða okkum til at fáa eina umsókn frá tær, har tú, millum annað, greiðir okkum frá, hvussu tú sært fyri tær bestu handfaring, eggjan og stimbran av borgarum, ið hava tørv á at læra at handfara sína nýggju lívsstøðu og kunna skapa sær nýtt innihald í lívinum. Tú kemur at arbeiða úti hjá borgarunum, í egnum venjingarhøli og á sambýlunum.

Umsóknir
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran, verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og verður at seta 1. juli 2018 ella eftir nærri avtalu.. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brynhild Restorff, deildarleiðara á telefon 730212 gerandisdagar ímillum klokkan 10.00-16.00.

Umsókn, prógv, viðmæli og møguligar tilvísingar verða at senda til teldupostadressu: nand@eystur.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15 mei 2018 kl. 15.00. Samrøður verða hildnar í viku 21.

Nánd er Heimatænastan fyri eldri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til okkara eldru borgarar.

Missiónin hjá Nánd er at hava dygdargóðar tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva sum longst í egnum heimi. Okkara visjón er, at vit vilja vera í fremstu røð við at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan, og vit leggja dent á virðini: at hava álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan. Tað er út frá hesum, vit gera okkara arbeiði.

Fleiri størv